Avgjøldini givið 30 mió. kr. fleiri í landskassan

Avgjøldini givið 30 mió. kr. fleiri í landskassan
Vit keypa fleiri nýggjar bilar og ferðast meiri. Nærum 17 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í meirvirðisgjøldum í ár
Í Fíggjarmálaráðnum staðfesta tey, at landskassin hevur fingið fleiri avgjaldsinntøkur fyrstu átta mánaðirnar í ár
 
08.09.2013 - 12:57

Inntøkurnar hjá landskassanum eru øktar nærum 30 milliónum krónur fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Øktu inntøkurnar koma frá avgjøldum. Tað vísir ein uppgerð frá TAKS. Uppgerðin vísir eisini, at tað eru serliga skrásetingargjøldini av bilum og ferðaavgjøldini, ið eru vaksin í ár í samanborið í fjør.

Fleiri bilar

Tað merkir, at føroyingar keypa fleiri nýggjar bilar og ferðast meiri. Landskassin hevur fingið 17 milliónir krónur meira inn í skrásetingargjøldum av akførum enn sama tíðarskeið í fjør, meðan ferðaavgjaldið er økt  hálva triðju millión sama tíðarskeið. Nærum 17 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í meirvirðisgjøldum í ár.

Ein góð milliard í innflutningsgjøldum

At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá samlaðu innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrstu átta mánaðirnar. Landskassin hevur higartil í ár fingið eina milliard og 31 milliónir krónur í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við eina millard og 16 milliónir í fjør.

Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og tollavgjøld, meðan skrásetingargjald, ferðaavgjald, brennioljugjald og framleiðslugjald eru umsetningsgjøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572