Grind gjørdi landgongd í Íslandi

Grind gjørdi landgongd í Íslandi
Stívliga 30 hval lógu eftir í fjøruni á Snæfelsnesi
Eisini í Íslandi verður ávarað ímóti at eta tvøst av grindahvali
 
09.09.2013 - 08:08

Føroyingar í Íslandi og onnur við fingu sær eitt kók ella bæði tvey, tá ein grind av sínum eintingum gjørdi landgongd á Snæfellsnesi leygardagin. Stívliga 30 hval lógu eftir í fjøruni, og nógv fólk fingu sær tvøst.

Eisini í Íslandi verður ávarað móti at eta tvøst av grindahvali, tí tað er so dálkað. Kvinnur, sum eru við barn, og sjúk fólk eiga ikki at eta grindatvøst, ljóðar staðiliga ávaringin frá einum lívfrøðingi í Íslandi.

Tvøst kann eisini hava ringa ávirkan á immunverjuna, órininverjuna, hjá fólki. Illveður var leygardagin, tá ein grind kom inn í havnina á Rifi á Snæfellsnesi. Yvir 30 hvalir endaðu uppi í fjøruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938