468 fólk byrjaðu smittukeldurnar

468 fólk byrjaðu smittukeldurnar
Korona gjørdi nógv mest um seg í januar og februar í fjør, tá tey smittaðu vóru ávikavist 14.666 og 13.957
Síðani korona kom til Føroya, eru 35.353 tilburðir staðfestir frá 3.mars í 2020 til tann 13.februar í ár. (Savnsmynd: Bjarni Arting Rubeksen)
 
06.03.2023 - 08:31

468 fólk byrjaðu koronusmittuketur, sum 4.336 onnur vóru í.

Frá 3.mars 2020 til 27.desember 2021 blivu øll, sum vóru positiv, tilsamans 5.440 fólk, spurd, fyri at vita, hvussu tey vóru vorðin smittað.

Úrslitið er, at 468 fólk hava byrjað smittuketur.

Spennið í smittuketunum er stórt, tað er frá tveimum fólkum upp í 726.

Hini 636, sum vóru spurd, kunnu ikki setast í samband við nakra smittuketu. Tey vita ikki, hvussu tey eru smittað, og tey hava heldur ikki smittað onnur.

 

Ein triðingur smittaður uttanlands

Ein lítil triðingur teirra, sum byrjaðu smittuketu, vóru smittað uttanlands. Av teimum 4.804 fólkum í smittuketunum vóru 18,5 prosent smittað uttanlands, sigur landslæknin.

Tøl eru ikki um innleggingar, deyða og koppsetingar.

Hesi trý árini, sum farin eru, síðani korona kom til Føroya, eru 35.353 tilburðir staðfestir frá 3.mars í 2020 til tann 13.februar í ár.

Tað vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum.

Smittutølini hava sveiggjað nógv hesi trý árini. Men nógv mest gjørdi korona um seg í januar og februar í fjør, tá tey smittaðu vóru ávikavist 14.666 og 13.957.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985