Góðan morgun Føroyar

At biðja fyri sjúklingum hevur verið partur av starvinum
06-03-2023
- Fyri meg hevur tað verið púra natúrligt at hava trúnna við í kommunulæknastarvinum, sigur Jenis av Rana, sum nú hevur veittrað starvinum farvæl.

Eftir at hava arbeitt sum kommunulækni í Havn síðani 1995 hevur 70 ára gamli Jenis av Rana nú havt seinasta arbeiðsdag.

- Nú eri eg blivin 70, og tað hevði verið drepandi, um eg skuldi hildið fram í føstum starvi sum kommunulækni.

Soleiðis sigur læknin og politikarin, Jenis av Rana, sum tann 1. mars 2023 gavst sum kommunulækni í Havn.

Eitt, sum hevur eyðkent Jenis av Rana sum kommunulækni, er, at trúgv hansara eisini hevur fylt honum í viðtaluhølunum.

- Trúgvin fyllir alt, og fyri meg hevur tað verið natúrligt eisini at biðið fyri sjúklingum. Tað er nakað, sum eg havi gjørt nakrar ferðir hvørja viku, meti eg, sigur Jenis av Rana.

Í morgunsendingini hyggur Jenis av Rana aftur á øll árini, hann hevur verið kommunulækni, og fortelur, hvussu trúgv og politikkur hava ávirkað kommunulæknastarvið.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026