Góðan morgun Føroyar

Tónleikaframførslur á fjarskotnum, føroyskum vegum
06-03-2023
Í løtuni eru 10 framførslur tøkar, men ætlandi koma fleiri seinni, sigur stigtakarin.

- Eg havi altíð verið hugtikin av vegunum í føroysku náttúruni, ásannar Ditte Mathilda Joensen. Tað er hon, sum eigur hugskotið aftanfyri ISLANDROADS.

Konseptið byggir á stórbæra náttúru og tónleik, sum saman blíva ein framúrskarandi pallur. Flestu tónleikararnir eru føroyingar, og allar upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum.

Róin Siggertson til dømis situr við tangentarnar á einum gomlum vegi omanfyri Vestmanna, Jógvan stendur við guittaranum á vegnum til Àrnafjarðar og Danny Baldurson syngur á vegnum niðan á Klakk.

Upptøkurnar kunnu síggjast og hoyrast á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026