Góðan morgun Føroyar

Hátíðarhelt FM fyri 76 árum síðani
07-03-2023
99 ára gamla Astrið Joensen vann FM við EB í 1947. Eiðis Bóltfelag fyllir 110 ár í ár og hevur vunnið eitt FM-heiti í vaksnamannadeildini, tað var í bestu hondbóltsdeildini

Vit hava verið á Eiði, har vit hava tosað við 99 ára gomlu Astrið Joensen um FM-sigurin í 1947. Eiðis Bóltfelag, sum fyllir 110 í ár, hevur vunnið eitt FM-heiti í vaksnamannadeildini, tað var í bestu hondbóltsdeildini við kvinnum.

Í dag er EB hondbóltsfelag burturav, men felagið var sett á stovn við fótbóltinum í huga.

Fyrst og síðst í innslagnum hoyra vit Sunnuvá Vesturdal, forkvinnu og Nikkel Nielsen, hallarvørð og virknan EB-lim greiða frá søguni hjá felagnum, og hvussu felagið er fyri í dag.

Sunnuvá Vesturdal, forkvinna í EB og Nikkel Nielsen, hallarvørður.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026