Góðan morgun Føroyar

- Vit sóu eitt tómrúm á føroyska tónleikapallinum
07-03-2023
At standa á palli við Byrta er nakað heilt serligt, ásannar Guðrið Hansdóttir. Í summar sleppur hon aftur at royna tað

Fyri 10 árum síðani læt bólkurin Byrta sína sjálvnevndu fløgu úr hondum. Hetta var byrjanin til eitt nýtt føroyskt poppfyribrigdi, sum vann sær fjepparar í hópatali.

Sangurin Loyndarmál var ein sonn landaplága, og flest allir ummælarar vóru samdir um, at Byrta var Ársins útgáva í 2013.

Samstarvið hjá Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen byrjaði í 2011. Tey bæði saknaðu lívligan popptónleik á føroyskum. Tað var grundarlagið, sum Byrta bygdi á.

Hóast Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, hvør í sínum lagi, hava verið virkin, hevur tøgn valdað í Byrta-leguni í fleiri ár.

Men nú prutlar undir lokinum aftur. Guðrið Hansdóttir váttar, at Byrta kemur við spildurnýggjum tilfari.

Haraftrat er ein, og bara ein, konsert á skránni. Hon verður á G! í summar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026