ES skal nú tilnevna dómara í gerðarrættin

ES skal nú tilnevna dómara í gerðarrættin
Føroyski dómarin í gerðarrættinum, sum skal viðgera handilsforðingarnar móti Føroyum, er løgfrøðiprofessari úr Kili
Francisco Orrego Vicuña, løgfrøðiprofessari, umboðar Føroyar í gerðarrættinum
 
09.09.2013 - 11:55

Hósdagin í næstu viku er freistin hjá ES farin at tilnevna dómara í altjóða gerðarrættin um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. Tá tað er gjørt, skulu partarnir finna tríggjar dómarar afturat í gerðarrættin.

Eydnast ikki at fáa semju um tað, verður forsetin í Altjóða havrættardómstólinum í Hamborg biðin um at finna dómararnar. Gerðarrætturin, sum Føroyar hava byrjað, verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmálanum hjá ST.

Steðgandi virknað

Føroyar bóðu um, tá boðað varð frá gerðarrættinum, at stigið hevði steðgandi virknað, so boykottið steðgar alt fyri eitt. Men tað vil ES ikki. Føroyar heita á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta handilsforðingar, tá ein ferðandi fiskastovnur skal umsitast.

Gerðarrætturin verður eisini biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar um boykott. Landsstýrið tók stigið, meðan ES enn hótti við handilsforðingum. Eina viku eftir at ES-umsitingin fekk skjølini um gerðarrætt úr Føroyum, vórðu handilsforðingarnar settar í gildi á midnátt týskvøldið 27.august.

Føroyski dómarin í gerðarrættinum verður Francisco Orrego Vicuña, løgfrøðiprofessari úr Kili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846