Góðan morgun Føroyar

Gera mat eftir veðrinum
09-03-2023
Ástaklokkan er ein spírandi matstova, sum eftir ætlan letur dyrnar upp um einar tveir mánaðar

Tey hava úr at gera í kjallaranum í Klokkarastovu á Reyni í Havn, har tey gera klárt til matstovuna Ástaklokkan, sum skal halda til har.

Tjóðhild Patursson, sum fyrr hevur havt matstovu í Nólsoy og eisini hevur fingið sær royndir sum stjóri á Grøna Háskúlanum á Sandi, hevur enn dreymin um at gera góðan føroyskan mat, men hon sær eisini ein annan tørv, júst orsakað av at hava búð uttanfyri Havnina.

- Tá eg kom til Havnar tíðliga um morgunin, tí eg hevði ørindi her, so hevði eg ongastaðni at fara, meðan eg bíðaði, har eg kundi fáa ein kaffimunn. Og somuleiðis nú eg búgvi í Havn, og havi børn, sum vakna tíðliga, og sum vilja út, so hava vit ongastaðni at fara, har vit kunnu fara inn at fáa okkum ein bolla at bíta í.

Ætlanin er tó ikki einans at hava morgunmat á skránni, og eitt av stóru endamálunum er at gera mat eftir árstíðunum, soleiðis at ráðvørurnar til tað, sum er á matarlepanum, í størstan mun vera tær, sum hoyra árstíðini til.

Eisini fara tey í Ástaklokkuni at laga seg eftir veðrinum, tí tað er ikki líkamikið, hvat tú bjóðar nær.

Sjálvt um tað er upplagt at servera eina salat um summarið, so er summarveðrið í Føroyum so svikaligt, at tú uttan iva fært brúk fyri einari góðari heitari suppu onkran dag um summarið, sigur Tjóðhild Patursson, sum vónar at fáa tað síðsta upp á pláss við fíggingini via Hópfígging.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026