- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

STÍF heiðrað eina eldsál: Vant øll síni børn og abbabørnini við
09-03-2023
Í áratíggju hevur Jústines Justinussen brúkt óteljandi tímar í ítóttarhøllini á Skála. Fyrst sum spælari, síðan sum venjari og stuðul hjá felagnum
Á 80 ára gallaveistlu leygarkvøldið bleiv Jústines Justinussen kosin heiðurslimur hjá Stíf.
Pensjónistatilveran hja Jústinesi byrjaði í fjør, men hondbólturin er avgjørt ikki lagdur á hillina enn.
Hann venur gentur 10 ár og hjálpir til við dreingjum 14 ár.
Rúni Rasmussen, formaður í Stíf sigur, at felagið ikki hevði verið tað sama uttan eldsálir, sum Jústines Justinussen.
Jústines Justinussen saman við U10 gentuliðnum hjá Stíf, sum hann venur.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500