Góðan morgun Føroyar

Hondbóltsviðmerkjarar: Heimadysturin ímóti Ukraina verður avgerandi
09-03-2023
Sigurin á Rumenia í gjárkvøldið hevur alstóran týdning í vónini um at røkka EM-endaspælinum í Týsklandi í 2024

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum vann 28-26 móti Rumenia í høllini á Hálsi í gjárkvøldið.

Vit bóðu Julian Johansen og Hjalta Mohr Jacobsen, hondbóltsviðmerkjarar, meta um føroyska avrikið og útlitini hjá føroyingum at spæla seg í EM-endaspælið í 2024.

Landsliðið spælir longu aftur leygardagin ímóti Rumenia á útivølli, men heimadysturin ímóti Ukraina 26. apríl verður avgerandi fyri um landsliðið spælir seg víðari til EM-endaspælið, siga viðmerkjarnarnir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026