Góðan morgun Føroyar

Robert McBirnie gjørdi lag til yrking í Barnablaðnum
10-03-2023
Grækarismessa stundar til, og í tí sambandi hevur morgunsendingin funnið eina fitta søgu, sum hóskar til dagin

Robert McBirnie arbeiddi í Barnaútvarpinum frá 1986 til ´88. Í sambandi við grækarismessu í 1987, gjørdi hann ein sang um tjaldrið.

Tekstin fann í einum tilvildarligum Barnablað, í kom út í 1961. Har hevði ein genta, sum tá var 12 ára gomul, gjørt eina yrking um tjaldrið.

Robert royndi at gera eitt lag til sangin. Tað sat so mikið væl, at hann valdi at spæla tað inn.

Tað bar to ikki til at brúka sangin alment, fyrr enn loyvi var fingið uppá pláss.

Robert visti, at gentan var ættað úr Bø. Hann ringdi til Bíggjar, har øll kenna øll, og fekk at vita, at gentan, sum nú var vaksin kvinna, var flutt til Noregs.

Lagsmiðurin ringdi til Noregs og fekk har orðið á Ásu Petersen. Hon segði, at tað var gamaní, at Robert brúkti orðini, hon hevði yrkt, í sínum sangi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026