Rúsviðgeri setast í Mjørkadali

12.03.2023 - 18:39
Innlendis
Rúsviðgeri setast í Mjørkadali
Kriminalforsorgin fer í næstum at seta ein parttíðarsettan rúsviðgera, sum skal arbeiða í arrestini í Mjørkadali.

Saman við hinum starvsfólkunum har skal viðgerin tryggja skiftið frá at arrestini til eina tilveru í frælsi, so viðgerðin kann halda fram eftir tíðina í Mjørkadali.

Eitt minni tilboð um viðgerð hevur verið frammanundan, men nýggj lóggáva á økinum ger, at tey innsettu í Mjørkadali, sum hava trupulleikar við rúsevnum ella rúsdrekka, kunnu fáa eitt betri tilboð.

– Tað eftir politiskum ynski, at nýggja tilboðið um rúsviðgerð nú kemur í Mjørkadali, samstundis sum syrgt verður fyri, at sama lógargrundarlag er galdandi í Føroyum sum í Danmark, sigur Elkin Klettheyggj, eindarstjóri hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. 

Parttíðarstarv í fyrsta umfari
Ofta eru rúsevni og rúsdrekka ein trupulleiki hjá teimum, sum enda handan rimarnar í Mjørkadali, og Elkin Klettheyggj ásannar, at tað leingi hevur verið brúk fyri at fingið styrkt júst møguleikarnar fyri rúsviðgerð har.

– Enn eru umstøðurnar í Mjørkadali trongligar, men politiskt verður tosað um, at byggjast skal eitt nýtt fongsul í Føroyum, ið er rúmligari og hevur pláss fyri fleiri innsettum, sigur eindarstjórin.

– Tað er ein orsøk til, at talan fyrst og fremst bara er um ein parttíðarsettan rúsviðgera í 18 til 20 tímar um vikuna, tí sum er kunnu bara 14 innsett húsast í Mjørkadali í senn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053