Góðan morgun Føroyar

LGBT+ Føroyar fara at lata eitt trygt stað upp til ung
13-03-2023
Ung millum 15 og 21 ár kunnu í næstum koma í eitt trygt stað hjá LBGT+, har tey kunnu hugna sær saman við øðrum ungum LGBT+arum

LGBT+ Føroyar fara at gera eitt sokallað trygt stað, eitt stað, har ungir LGBT+arar kunnu koma og hugna sær saman uttan at óttast fyri ikki at vera góðtikin.

Hetta tilboðið er vanligt í øðrum londum og eitur m.a. AURA í Danmark. Bæði í Danmark og Íslandi er trygga staðið sera væl umtókt, og tey hava tilboð til fleiri aldursbólkar.

Fyri fyrst er føroyska tilboðið til 15 til 21 ára gomul. LGBT+ Føroyar hava bæði sóknast eftir sjálvbodnum vaksnum til teirra trygga stað og eisini eftir hugskotum til, hvussu tað trygga staðið skal eita.

Esther Margreth Petersen er samskipari hjá LGBT+ Føroyum, og hon greiðir frá, at ungum LGBT+arum mangla eitt trygt stað, har eingir fordómar eru, og har tey kunnu koma at kenna aðrar LGBT+arar.

Tey sjálvbodnu vaksnu skulu vera eldri enn 25 ár, men skulu ikki vera LGBT+arar. Tey skulu tó vera rúmlig og eisini tíma at tosa við tey ungu og hjálpa teimum.

Trygga staðið fer at lata upp skjótt, og navnið verður eisini avdúkað skjótt, men enn eru fólk vælkomin at koma við uppskotum til navnið og at bjóða seg fram sum sjálvboðin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026