Ógreitt hvør fær innlendismál

Ógreitt hvør fær innlendismál
Sambært løglistanum hjá landsstýrinum, sum løgtingið fekk ólavsøkudag, ætlar Innlendismálaráðið at leggja fram tíggju lógaruppskot í hesi tingsetuni
Fyribils umsitur løgmaður innlendismál í landsstýrinum
 
10.09.2013 - 08:00

Enn er ikki greitt, hvør tekur við Innlendismálaráðnum, nú Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni í gjárkvøldið. Ein møguleiki er, at innlendismálini verða flutt einum øðrum aðalráði at umsita tað, sum eftir er av hesum valskeiðinum.

Ein annar møguleiki er, at málsøkini hjá Innlendismálaráðnum verða býtt millum nøkur aðalráð. Innlendismálaráðið umsitur løgmál, kommunumál, samferðslumál og náttúrumál.

Tíggju mál

Sambært løglistanum hjá landsstýrinum, sum løgtingið fekk ólavsøkudag, ætlar Innlendismálaráðið at leggja fram tíggju lógaruppskot í hesi tingsetuni. Tað eina er longu komið í tingið: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði.

Fyribils umsitur løgmaður sjálvur innlendismálini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097