Góðan morgun Føroyar

Vit vita alt ov lítið
14-03-2023
Í Føroyum hava vit ymiskar lívshættisligar arvaligar sjúkur, ið eru nógv meira vanligar her, enn aðrastaði í heiminum

Nógvir føroyingar eru berarar av álvarsligum arvaligum sjúkum, uttan vita tað, og møguleikin at kanna hetta er ikki til staðar, tí tilboðið er ikki til. Tu merkir einki til at tú hevur brek í tínum ílegum, so tað er ikki fyrr enn tú fært eitt barn við einum øðrum berara av somu sjúku, at tú finnur útav tí, tí barnið gerst sjúkt.

Tað var hetta, sum hendi hjá Karini Laksáfoss og Sámali Rasmussen, tá dótturin Sága varð fødd. Hon hevði føroysku sjúkuna, sum hevur við sær, at børnini gerast sera sjúk og ikki fáa eitt langt lív.

- Hetta er nakað, sum fólk mugu vita áðrenn tey fáa børn, soleiðis at tey ikki vera tikin av bóli, men kunnu gera sítt fyri at fyribyrgja at tey enda í hesari støðuni, siga Karin og Sámal.

Tey vilja fegin gera sítt við at kunna føroyingar um hesar sjúkur, og hvat kann gerast fyri at forða fyri, at børn verða fødd við álvarsligu arvaligu sjúkunum. Tey hava tí stovnað áhugafelagið Arvasjúkan og gjørt eina heimasíðu, har tey leggja kunning til áhugaði at lesa.

Heimasíðan er at finna her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026