Flýdd til friðin í Froðba: Framtíðin er óviss

bannari
Flýdd til friðin í Froðba: Framtíðin er óviss
- Vónandi sleppa vit heim aftur, men fyrst má friður valda. Eg hugsi um dóttur mína og at geva henni eitt gott lív, sigur ukrainski Andry Lys, sum kom til Føroya í marts 2022
14 dagar eftir at kríggið brast á í Ukraina í februar í fjør lendu Andrys og Iryna Lys við átta ára gomlu dóttrini Yustynu í Føroyum. Nú hava tey búð her í eitt ár. Saknurin til heimlandið er stórur, men enn er framtíðin óviss.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2023 - 14:44

Andry og Iryna Lys og átta ára gamla dóttir teirra Yustyna eru nøkur av fyrstu ukrainsku flóttafólkunum, sum komu til Føroya, eftir at kríggið í Ukraina byrjaði í februar í fjør.

Frá degi til dags kollveltist gerandisdagurin hjá familjuni Lys, sum búði í býnum Lviv í vestur Ukraina. 

 

Flýggja ella ikki

Tað var tann 24. februar í fjør, at kríggj brast á í Ukraina. Hendan lagnudagin er Iryna við hús, meðan Andry er til arbeiðis.

Tey eru í einari tvístøðu, og ein avgerð má takast. Flýggja frá krígnum ella vera verandi í Ukraina. 

Samstundis, sum kríggið brast á, varð forboð sett fyri, at menn millum 18 og 60 ár fara úr Ukraina.

Andry er bilførari og koyrir við treylara, og heldur tilvildarliga er hann júst hendan dagin staddur í Pólandi. 

Dagin eftir rýma Iryna og dótturin úr Ukraina. Og 14 dagar seinni lenda tey øll vesturi í Vágunum. 

familjan_lys.png

Caption: 
Fjølmiðlar stóðu klárir, tá fyrstu flóttafólkini úr Ukraina lendu í Føroyum. Millum teirra var familjan Lys.

 

Saknurin er stórur

Í dag býr familjan í Froða, og tað hava tey gjørt í gott og væl eitt ár.

- Vit hava búð her í eitt ár, og vit hava tað gott. Nú er alt í lagi, sigur Andry Lys. 

Bæði Andry og Iryna arbeiða, meðan dótturin gongur í skúla. 

Flýdd til friðin í Froðba Yustyna

Caption: 
8 ára gamla Yustyna byrjaði í móttøkuflokkinum í Tvøroyrar skúla saman við hinum børnunum úr Ukraina.

Men tankarnir leita sær javnan aftur til familju og vinir, sum búgva í Ukraina. 

- Meðan vit hava verið her, hevur systir mín í Ukraina átt ein son. Eg royni at hjálpa tað, sum eg kann. Viðhvørt sendi eg pengar. Støðan er framvegis ring í Ukraina, men har, sum foreldur míni búgva, er tað betri, sigur Andry.

Iryna Flýdd til friðin í Froðba

Caption: 
Irina Lys er sera glað fyri nýggju tilveruna í Føroyum, men saknurin til heimlandið, familju og vinir er stórur.

- Hvønn dag ringi eg til míni foreldur og spyrji, hvussu tey hava tað. Nógv fólk eru deyð, og eg vóni, at kríggið endar skjótt, so vit kunnu koma heim til familju og vinir, sigur Iryna. 

 

Framtíðin er óviss

Tá ið tey komu, vistu tey ikki, hvussu leingi tey skuldu siga farvæl við lívið í Ukraina. 

Í byrjanini var vónin, at hetta bara skuldi vera fyribils í nakrar mánaðar. 

Flýdd til friðin í Froðba, Ukrainsk flóttafólk

Caption: 
Andrys hevur fingið arbeiði sum bilførari, eins og hann hevði í Ukraina, og tað er hann glaður fyri.

Nú er eitt ár farið framvið, og útlitini fyri, nær ella um tey yvirhøvur sleppa heim, eru óviss. 

Eitt er tó vist fyri Andry, og tað er, at familjan kemur fyrst. 

- Kanska vit kunnu fara aftur til Ukraina. Men fyrst má friður valda. Eg hugsi um dóttur mína. Eg vil geva henni eitt gott lív, sigur Andry Lys. 

Flýdd til friðin í Froðba, Ukrainsk flóttafólk

Caption: 
Yustyna gongur í Tvøroyrar skúla. Har er hon blivin væl móttikin og hon hevur eisini fingið nógvar nýggjar vinir.

 

Flýdd til friðin í Froðba

Flýdd til friðin í Froðba, Ukrainsk flóttafólk

Caption: 
Í einum húsum í Froðba búgva ukrainsku flóttafólkini.

Andry Lys og familjan teljast millum fyrstu ukrainsku flóttafólkini, sum komu til Føroya, eftir at kríggið í Ukraina byrjaði.

Men hvussu er brádliga at vera flóttafólk, ið leitar sær friðskjól í Føroyum, og hvussu hava vit sum samfelag loftað teimum? 

Vit hava fylgt nøkrum av ukrainsku flóttafólkunum hetta fyrsta árið, tey hava búð í Føroyum.

Í kvøld eftir Dag & viku er sendingin "Flýdd til friðin í Froðba" í sjónvarpinum. 

Sendingin er longu nú tøk á heimasíðu okkara, tú sært hana her.

REY03929

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318