Harðskapsmóttøkan byrjar alment 1. juli

Harðskapsmóttøkan byrjar alment 1. juli
Kvinnuhúsið umsitur Harðskapsmóttøkuna, og samstundis er leigumálið við KFUM víðkað, so skott verður millum Kreppumiðstøðina og Harðskapsmóttøkuna
Ráðgevingin í Harðskapsmóttøkuni er byrjað, og starvsfólkini síggja ein støðugan vøkstur av fólki, sum søkja sær hjálp, bæði kvinnur og menn. (Savnsmynd)
 
14.03.2023 - 17:00

1.juli byrjar harðskapsmóttøkan alment.

Men hóast hølini ikki eru klár, og tiltakið tí ikki alment lýst, er virksemið byrjað. 

Ráðgevingin er byrjað, og starvsfólkini síggja ein støðugan vøkstur av fólki, sum søkja sær hjálp, bæði kvinnur og menn. 

Farið var undir fyrireikingarnar fyrst í 2022, og ein arbeiðsbólkur var settur. 

Kvinnuhúsið umsitur Harðskapsmóttøkuna.

300.000 kr. vóru játtaðar í fjør. Í ár er biðið um 650.000 kr.

Almanna- og mentamálaráðið hevur sagt við fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at eftir tilmæli frá arbeiðsbólkinum var eitt fulltíðarstarv sett 1.november í fjør.

 

Skott skal vera millum  verandi Kreppumiðstøð og Harðskapsmóttøkuna. (Savnsmynd)

 

Leigumálið víðkað

Samstundis var leigumálið við KFUM, har sum Kvinnuhúsið er, víðkað. 

Neyðugt var við tillagingum í hølunum fyri at tryggja, at skott verður millum verandi Kreppumiðstøð og Harðskapsmóttøkuna.

650.000 kr., sum søkt verður um í fíggjarlógaruppskotinum, røkkur til løn og húsaleigu. 

Men væntandi koma fleiri útreiðslur, sigur Almanna- og mentamálaráðið.

Starvsfólkini mugu fakliga latast betur í, ávaringarskipan má fáast til vegar, og tilboðini um sálarfrøðiliga hjálp fyri harðskapsrakt fara væntandi at vaksa, nú fleiri søkja sær hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928