Góðan morgun Føroyar

Keypsmynstrini eru nógv broytt
16-03-2023
Seinasta árið er kostnaðarstøðið hækkað, og tað ávirkar keypsmynstrini, og hvussu, og hvat fólk keypa inn av matvørum

Keypsmynstrini í føroysku matvøruhandlunum eru broytt. Alt er vorðið dýrari seinasta árið orsakað av inflatiónini, og tað er vorðið dýrari hjá matvøruhandlum at keypa inn.

Tí er sølan dýrkað eisini. Hetta ávirkar keypsmynstrini, og hvussu og hvat fólk keypa.

Millum annað keypa fólk meira tilboðsvørur nú, og fleiri keypa eitt sindur meira inn undir seg av tilboðum, sum halda sær leingi ella kunnu frystast.

Harafturat keypa fólk meira av grovum grønmeti, sum hevur betri haldgóðsku enn fínt grønmeti. Til dømis røtur og annað heldur enn salatbløð.

Vit hava verið í tveimum handilsketum í Føroyum og tosað um keypsmynstrini.

Í innslagnum greiða Bassi Haraldsen, stjóri í Á og Súsanna Poulsen, stjóri í FK, frá.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026