ES og Noreg togast um svartkjaftakvotu

ES og Noreg togast um svartkjaftakvotu
Føroyar hava boðað Noregi frá, at norsk skip sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi, tí føroysk skip sleppa ikki at fiska makrel í norskum sjógvi
Andras Kristiansen, leiðari á Fiskivinnustovuni, er formaður í føroysku samráðingarnevndini, sum er í London í hesum døgum.

22.10.2012 - 16:01

Í morgun byrjaðu samráðingar um makrelin í London. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar.

Føroyar krevja størri part av samlaðu makrelkvotuni, men enn eru samráðingarnar ikki komnar so langt, at føroyska kravið er umrøtt. Føroyar vilja hava eini 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni. Í farnu viku endaðu samráðingarnar um sild og um svartkjaftin úrslitaleysar.

Vilja hava størri part

Tá talan er um norðhavssildina, er tað býtið av sildini, sum skilir partarnar. Har er greitt, at Føroyar vilja hava størri part av samlaðu kvotuni. Føroyar hava undir samráðingunum um norðhavssild gjørt hinum londunum greitt, at Føroyar vilja hava samráðingar um eitt nýtt býti av stovninum.

Galdandi býtið samsvarar ikki við ta sild, sum er at síggja í okkara sjógvi, og tí taka Føroyar ikki undir við eini avtalu á sama stigi sum undanfarin ár. Føroyska sjónarmiðið varð longu borðið fram undir samráðingunum um norðhavssild í fjør.

Avtala er gjørd um, at partarnir fara undir framhaldandi samráðingar um norðhavssildina seinni í heyst.

Sleppa ikki at fiska svartkjaft

Tá talan er um svartkjaft, er ósemja um atgongd at fiska svartkjaftin.Føroyar hava boðað Noregi frá, at norsk skip sleppa ikki í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Tað verður gjørt, tí Noreg hevur stongt sítt øki fyri føroyskum skipum, ið fiska makrel.

Føroyar eru kortini ikki partur ósemjuni um, hvussu svartkjafturin kann fiskast, og sum útvarpið skilir støðuna í London, so eru tað ES og Noreg sum eru ósamd um svartkjaftin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693