Strandferðslan væntar minni inntøkur

Strandferðslan væntar minni inntøkur
Farmaprísirnir á Suðuroyarleiðini hækkaðu eitt skifti, men hækkingin er strikað
Landsstýrið væntar, at inntøkurnar hjá Strandferðsluni í ár vera 74,5 milliónir eru í uppskotinum, men strandferðslustjórin hevur biðið landsstýrið um at broyta uppskotið.
 
17.03.2023 - 08:35

Strandfaraskip landsins hava gjørt fíggjarnevndina hjá løgtinginum varuga við, at inntøkumetingin í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 er fimm millónir krónur ov stór.

74,5 milliónir eru í uppskotinum.

Inntøkumetingin byggir á, at ætlanin var at hækka farmaprísirnar á Suðuroyarleiðini fimm milliónir.

Príshækkingarnar vóru eisini í gildi eina stutta tíð, áðrenn tær blivu strikaðar. 

Strandferðslan hevur biðið landsstýrið taka hetta við í broytingaruppskotinum, sum verður latið fíggjarnevndini.

Tað er ikki ein gongd leið at koma við uppskoti um eykajáttan seinni, tí tað fer at órógva alt árið hjá Strandfaraskipum landsins, sigur Niels Juel Arge, stjóri, í brævi til fíggjarnevndina.

 

Ætlanin er at gera royndir tið Teistanum bæði í Nólsoy og á Kalsoyarleiðini fyri ikki at útiloka møguleikan.

 

Gera royndir við Teistanum

Hann sigur, at Teistin neyvan kann brúkast á Nólsoyarleiðini ella á Kalsoyarleiðini.

Havnin í Syðradali klárar ikki uttan størri umbygging at taka Teistan. 

Ætlanin er tó at gera royndir við Teistanum á báðum farleiðunum fyri ikki at útiloka møguleikan.

Ítøkiligur áhugi er úr útlandinum fyri at keypa Teistan, sigur Niels Juel Arge. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329