Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Børn skulu ikki gerast til úrvalsítróttarfólk
17-03-2023
Ítróttaskaðar og rørslugleði hjá børnum og ungum, óavmarkað tal av sjúkradøgum við sjúkum børnum, og hvat er ein góður leiðari?

Í panelinum hesa ferð eru Símun Samuelsen, Sølvá Jansdóttir Joensen og Eiler Fagraklett.

Tey trý halda, at í dag snýr tað seg ikki um at hava tað stuttligt, men at duga best í ítrótti.

- Tað er tí, at rørslugleðin fer, sigur Símun Samuelsen. Sum eisini leggur afturat, at foreldur ikki skulu seta ov høg krøv, tá ið tað snýr seg um ítrótt og børn.

Næsta evni í morgun er frávera hjá foreldum á arbeiðsplássinum vegna sjúk børn. Ein donsk fyritøka hevur avgjørt at geva starvsfólkunum allar teir sjúkradagarnar, sum tey hava fyri neyðini, tá ið børnini eru sjúk. Tey missa ikki løn, frídagar og ei heldur feriudagar, tá ið tey eru heima við sjúkum børnum.

- Hatta er ein góð avgerð, siga tey. Tí tað skapar trivnað á arbeiðsplássinum. Tey halda, at har eru fleiri fyrimunir enn vansar við hesum.

Tríðja evni er; hvat er ein góður leiðari.

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026