Góðan morgun Føroyar

Elisabet Vang er liðug við uppihaldið í Las Vegas
17-03-2023
Seinastu tíggju vikurnar hevur Elisabet Vang verið í Las Vegas og vant nógv og hart fyri at fáa so stórar vøddar sum møguligt

Minnast tit Elisabet Vang, sum vit tosaðu við fyri nøkrum vikum síðani? Tá var hon í Las Vegas og var júst farin í holt við eitt tíðarskeið við harðari venjing fyri at vaksa um vøddarnar hjá sær. Hon er yrkisítróttarfólk innanfyri bikini fitness.

Nú er tíðarskeiðið í Las Vegas av, og Elisabet er sera nøgd við tíðarskeiðið. Hon hevur ment seg sera nógv, og vøddarnir eru eisini vorðnir størri. Hon hevur tikið seks kilo uppá hesa tíðina.

Nú er heimferðin byrjað og eitt nýtt tíðarskeið við øðrvísi venjing er fyri framman. Hon fer eisini at venja nógv minni aftur enn hon hevur gjørt í Las Vegas.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026