Góðan morgun Føroyar

Nýnýggj barnaklæðir í Blákrossbúðini
20-03-2023
Barnaklæðini, sum eru seymað á loftinum í húsinum hjá Bláa Krossi í Miðbýnum í Havn, hanga á heiðursplássi í handlinum.

Alt er frívilligt, og fimm kvinnur seyma barnaklæðir, tá tær hava eina løtu til yvirs.

- Tað, sum vit leggja okkum eftir, er at velja mynstur, sum eru einføld at seyma, og sum eru góð hjá børnum at vera í, sigur Rutt Mikkelsen, sum tekur sær av seymingini.

Eini fimm kvinnur leggja leiðina inn á gólvið í Nýný, tá tær hava eina løtu, og seyma barnaklæðir úr øllum frá gardinum og seingjarklæðum til avlagdar harraklædningar.

- Høvdu vit havt umstøður og fólk, so kundu vit havt eina heila fabrikk, so nógv toy hava vit, sigur Rutt.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026