Tøkugjaldið tekur grundarlagið undan virkaðum vørum

Tøkugjaldið tekur grundarlagið undan virkaðum vørum
Havbúnaðarfelagið sigur, at uppskotið hjá landsstýrinum fer at eggja vinnuni at selja óvirkaðan laks av landinum
Havbúnaðarfelagið hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið hjá landsstýrinum um tøkugjald í alivinnuni.
 
20.03.2023 - 13:12

Nýggja uppskotið um tøkugjald tekur grundarlagið undan framleiðslu av virkaðum vørum í Føroyum. 

Hon er skipað við langtíðarsáttmálum og góðsking av laksavørum í Føroyum og skapar nógv arbeiðspláss og virðir í landinum. Tí eigur tøkugjaldið fyri góðskaðar vørur, ið verða seldar í langtíðarsáttmálum, at verða viðgjørt øðrvísi enn gjaldið fyri heilan laks á spotmarknaðinum.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið í hoyringarsvari til lógina um tøkugjald, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur havt til hoyringar.  

 

Skeivt bara at brúka FishPool

Havbúnaðarfelagið sigur, at tað er skeivt bara at brúka FishPool Index sum grundarlag undir laksaprísinum. Í dag verða umleið 40-50 prosent av øllum laksi seld við føstum sáttmálum. Tí er skeivt at síggja burtur frá helvtini av marknaðinum. 

Avleiðingin kann verða, at stóra tøkugjaldið tekur grundarlagið undan at gera sáttmálar upp á lidnar vørur, sum eru virðisskapandi fyri føroyska samfelagið, skrivar Havbúnaðarfelagið.

Uppskotið vil tí eggja vinnuni til at selja laksin óvirkaðan av landinum.
 
Hetta er í andsøgn við tað, sum nýggja samgongan sigur seg vilja í samgonguskjalinum - at eggja vinnuni til nýskapan og at virðisøkja og meirvirka tilfeingið í Føroyum, sigur Havbúnaðarfelagið í hoyringarsvarinum. 

 

16 mál á veg

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at leggja síðstu hond á 16 mál, ið verða borin niðan í tingið í næstum við 17 undirskriftum. 

Landsstýrið hevur áður sagt, at ætlandi verða hesi uppskot løgd fram í morgin, 21. mars.

Uppskotið um tillaging av tøkugjaldinum hjá alivinnuni og veiðigjøldunum í fiskivinnuni er millum hesi uppskotini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786