Góðan morgun Føroyar

Forkunnug norsk vitjan á altjóða Down Syndrom degnum
21-03-2023
Hetta er eitt gott høvi at fagna ymiskleikanum og hátíðarhalda tey umleið 40 í Føroyum, sum hava Down Syndrom, siga fyriskipararnir

Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Hann verður hildin um allan heim, og eisini í Føroyum verður nógv gjørt burtur úr. Karmurin er Skúlin við Ósánna í Klaksvík.

Eitt nú hevur eydnast fyriskiparunum at fáa norðmannin, Svein André Hofsø, at koma til landið og halda fyrilestur.

Hann er yrkissjónleikari, sum hevur spælt við í bæði stórum sjónvarpsrøðum og filmum.

Harumframt hongur serstøk myndaframsýning uppi í skúlanum.

Foreldrabólkur hevur skipað fyri, at føroyingar við Dow Syndromi hava verið til myndatøku. 22 fólk hava tikið av møguleikanum, sigur Helena F. Jørmundsson, sum er í bólkinum.

Skráin sæst á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026