Góðan morgun Føroyar

Dugnaligur íverkseti endar ævintýrið
22-03-2023
- Tað var ein fyrimunur, at eg var 22 ára gomul, tí eg sá bara møguleikar heldur enn forðingar, sigur Sigrun S. Nielsen, sum eftir 10 ár letur klædnahandilin, Insito, aftur.

22 ára gomul og egnan klædnahandil.

Soleiðis sá veruleikin út hjá Sigrun Símunardóttir Nielsen fyri tíggju árum síðani, tá hon læt upp klædnahandilin Insito á Toftum.

- Tað var ein fyrimunur, at eg var 22 ára gomul, tí eg sá bara møguleikar heldur enn forðingar, sigur Sigrun S. Nielsen.

Tað sermerkta við handlinum tá var, at Sigrun S. Nielsen sjálv var stórur partur av marknaðarføringini - hon tók myndir av sær sjálvari, meðan hon var í klæðum, sum handilin seldi. Í dag heldur hon, at tað var júst hetta, sum gjørdi, at bæði gentur og kvinnur í stríðum streymi komu á Toftir at síggja handilin.

Eftir at hava átt og rikið Insito í tíggju ár, velur Sigrun S. Nielsen nú at lata handilin aftur. Lívið og raðfestingarnar eru broyttar.

- Handilin hevur verið sum eitt barn. Hann hevur upp á nógvar mátar kravt líka nógv av mær sum eitt barn. Men nú havi eg mann, eitt barn og tað næsta á veg, eg havi hús og ja, eg føli, at tíðin er búgvin til, at eg raðfesti onnur ting fram um Insito. Og eg gleði meg at kunna tað, sigur Sigrun S. Nielsen.

Í morgunsendingini fortelur hon um íverksetaraævintýrið, sum um fáa dagar endar, tá Sigrun S. Nielsen snarar lyklinum í Insito fyri seinastu ferð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026