Munnligir fyrispurningar í tinginum

Munnligir fyrispurningar í tinginum
Spurt verður m.a. um kommunulæknatænastu í Eysturoynni, og um pengar verða settir á fíggjarlógina til Fountainhús til sálarsjúk
 
11.09.2013 - 10:12

Landsstýrisfólk fara at svara munnligum fyrispurningum í tinginum í dag. Eitt nú skal Karsten Hansen, landsstýrismaður, svara einum spurningi frá partamanni sinum, Bill Justinussen í Miðflokkinum, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við kommunulæknatænastuni í Eysturoynni.

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi fer at spyrja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um uppsagnirnar í Almannaverkinum. Bjørt Samuelsen spyr eisini, um pengar verða settir av til Fountainhús fyri sálarsjúk í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í næstum.

Skrivligir fyrispurningar

Áðrenn farið verður undir munnligu fyrispurningarnar, skal tingið taka støðu til, um tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast. Eyðgunn Samuelsen spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um kunngerðina um røktarheim og sambýli, og Gunnvør Balle spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um Marknagilsdepilin.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928