Góðan morgun Føroyar

Skemtararnir Helgi & Erlend hava fjepparar um allan heim
27-03-2023
Konseptið, sum Helgi & Erlend byggja á, at er skemta við fordómum, sum eru um fólk úr ymsum londum. Alt í einum góðum tóna, leggur Helgi P. Jacobsen dent á

Í Norra er ein ógvuliga vælumtókt skemtiduo, sum nevnir seg Helgi & Erlend. Høvuðsmiðilin er instagram, og har táttar í hálva millión fylgjarar.

Helvtin av Helgi og Erlend er føroyingur. Tað er havnarmaðurin og B36'arin, Helgi P. Jacobsen.

Hetta byrjað alt av tilvild, ásannar Helgi. Hann og Erlend eru grannar og vinmenn, og tað var Erlend, sum skjeyt upp, at teir skuldu leggja okkurt stuttligt út á TikTok.

Tað vísti seg skjótt, at undirtøkan var góð.

Í dag eru teir eisini á Instagram, og næstan ein hálv million fylgir teimum báðum.

Leinki til instargramvangan hjá Helgi & Erlend er her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026