Góðan morgun Føroyar

Herdis er ársins sjúkrarøktarfrøðingur
27-03-2023
- Trivnaðurin hjá starvsfólkunum hevur alt at siga, sigur Herdis Ludvig, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

- Herdis hevur víst eitt ótrúligt hegni til at leiða, og við sínum jaliga lyndi hevur hon megnað at styrkt starvsfólkahópin og betrað um huglagið.

Hon hevur serliga gott heildarinnlit, er upp á forkant, tekur ábyrgd og dugir at siga tað, sum sigast skal.

Soleiðis stendur millum annað at lesa í grundgevingini, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur skrivað um ársins sjúkrarøktarfrøðing, ið er Herdis Ludvig.

- Tú klárar einki uttan góðar starvsfelagar, og tí royni eg at gera alt, eg kann, fyri at gera trivnaðin so góðan sum gjørligt, sigur Herdis Ludvig.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026