Frágreiðingin frá kanningarstjóranum kemur um mánaðarskiftið

Frágreiðingin frá kanningarstjóranum kemur um mánaðarskiftið
Ken Nónklett, advokatur, hevur kannað umsitingina hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni, av fiskatilfeinginum
Ken Nónklett er kanningarstjóri.
 
27.03.2023 - 13:24

Kanningin av umsitingini hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni, av fiskatilfeinginum verður væntandi liðug um mánaðarskiftið. 

Kanningin, sum var sett í verk í mars í fjør, skuldi eftir ætlan verða liðug um jóltíðir, men arbeiðið er seinkað, og tí eru 300.000 krónur settar av til kanningina á fíggjarlógini fyri 2023. 

Á fíggjarlógini fyri 2022 vóru ein millión og 150.000 krónur settar av til kanningararbeiðið, men bara 894.000 krónur eru brúktar av játtanini í fjør, sigur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.

Í oktober í 2021 skrivaðu 15 tingfólk undir at heita á løgtingið um at kanna lógar- og reglutulkingar og fyrisitingarligu avgerðirnar í føroyskari fiskivinnufyristing viðvíkjandi tilluting og útluting av fiskirættindum síðani 2010, harundir fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.

 

Arbeiðssetningurin broyttur

Arbeiðsssetningurin var tó eftir tilmæli frá løgtingsumsitingini avmarkaður til at fevna um at: 

kanna, lýsa og gera niðurstøðu um avgerðirnar, sum tiknar eru av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í sambandi við útlutingar av fiskirættindum sambært paragraf 49 í sjófeingislógini í 2020 og 2021 og sum fevna um: 

Útluting av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir
útluting av ískoytiskvotum 
og útluting av kvotum til ótøkiligt skipakeyp. 

Ken Nónklett, advokatur, ger kanningina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424