- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Trý systkin á landsliðið: Borðtennis spælir í blóðinum
27-03-2023
Fróði og Ári Fríðason Jensen og systirin Durita Fríðadóttir Jensen eru millum teir átta borðtennisleikararnar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.
Í síðstu viku kunngjørdi Borðtennissamband Føroya tey átta fólkini, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.
Tað sermerkta er, at hesaferð eru trý systkin úttikin.
Tey eru Fróði og Ári Fríðason Jensen og systirin Durita Fríðadóttir Jensen.
Finnur Koba hevur hitt báðar brøðurnar, tá teir vandu í kjallarahæddini í høllini á Hálsi.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500