- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Venja teaturkonsert: Frum vil geva tónleikinum eina eyka visuella dimensjón
28-03-2023
Tónleikabólkurin Frum framførir ein teaturkonsert av útgávuni For The Blue Sky í Norðurlandahúsinum.
20. mei fer tónleikabólkurin Frum at framføra útgávuna For The Blue Sky í Norðurlandahúsinum.
Men júst hendan framførslan hevur eina eyka dimensjón - tí útgávan verður framførd sum ein sonevnd teaturkonsert.
Finnur Koba hitti oddakvinnuna í Frum, Jenný Kragesteen, og leikstjóran, Búa Roach, í Finsen, tá ið tey saman við tveimum dansarum vandu teaturkonsertina fyri fyrstu ferð.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500