Góðan morgun Føroyar

Orkudrykkur verður seldur fyri fleiri hundrað krónur
28-03-2023
Hetta er í stóran mun ein spurningur um lítið útboð og stóran eftirspurning, sigur Niels Uni Dam

Tey, sum hava vitjað Rótikassan í seinastuni, hava møguliga lagt til merkis, at ein ávísur orku- og ítróttardrykkur hevur verið seldur fyri lutfalsliga stórar upphæddir.

Prime eitur drykkurin, og hann fæst í fleiri ymiskum smakkum.

Síðstu dagarnar hava dømi verið um, at hálvur litur av Prime hava verið seldir fyri 200, 300 og 400 krónur í Føroyum.

Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, greiðir frá søguni aftanfyri Prime. Tað eru tvir menn, ið hava ómetaliga nógvar fylgjarar á You Tube, ið hava tikið stig til hann og standa fyri marknaðarføringini. Teir eru Logan Paul og KSI.

Umframt at marknaðarføra Prime hava teir tryggjað sær, at útboðið hevur verið lítið. Tað hevur havt við sær, at langar bíðirøðir hava tikið seg upp, har Prtime hevur verið selt.

Í Føroyum er í løtuni eingin heilsøla, sum umboðar Prime. Lítla útboðið ger, at hesar fløskur hava verið seldar fyri fleiri hundrað krónur fyri hvørja á netinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026