Góðan morgun Føroyar

Sorgin er dýrasti kostnaður kærleikans
29-03-2023
Tá tú missir ein tú elskar, so missir tú nakað, tú ikki tolir at vera fyri uttan

Soleiðis sigur Jørn Henrik Olsen, teologur og undirvísari. Hann hevur eisini skrivað bøkur um sorg og var í Føroyum fyri kortum fyri at tosa um bíðisorg. Bíðisorg er sorgin, sum avvarandi hjá sjúkum fólkum kenna, meðan tann, tey elska, hvørvur spakuliga.

Ein tílík bíðisorg fer sera illa við fólki, tí hon drenar orku og gleði, og trupult er at fylla battaríini aftur, sum Jørn Henrik tekur til. Tí er sera umráðandi, at tú sum avvarandi bæði fært møguleika fyri at hava eitt frírúm, har tú kanst taka tær av tær sjálvari og eisini hevur onkran, sum tú kanst tosa við um hetta trupla, sum vit so fegin vilja snúgva okkum undan.

- Nógv hava trupult at tosa um hesi tingini, sum eru svár, so eg vil viðmæla øllum, sum ganga við slíkum at finna onkran, sum tey hitta javnan til ein gongutúr ella ein kaffimunn og eitt gott prát um júst hesi ting, sum níva.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026