Góðan morgun Føroyar

Skeinkistøðini hava broytt dansin
29-03-2023
Fyrr vóru dansur ella diskotek í næstan hvørjum býi og hvørjari bygd í landinum, men tað er nógv broytt í dag. Fólk dansa framvegis, men tað er langt millum dansigólvini

Fyrr var púra vanligt at hoyra kunngerðir í útvarpinum um dans alla møguliga staðni kring landið. Í klubbum, bygdarhúsum, ítróttahallum og so framvegis.

Í dag er langt millum slíkar kunngerðir í dag, eins og tað eisini er sjáldan, at eitt ordiligt dansigólv er á skeinkistøðunum, sum eru.

Signar í Homrum, tónleikari, og Petur Petursen, formaður í Dansifrøi, skifta orð um broyttu dansi- og diskoteksmentanina í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026