Góðan morgun Føroyar

Nógv ræddust grønjakkarnar
30-03-2023
Tað hevur verið ógvuliga trupult at fáa hesi fólkini at úttala seg, ásanna Dagmar Joensen-Næs og Regin W. Dalsgaard, sum leggja til rættis

Í kvøld eftir Dag og viku kemur føroyska sendingin, Grønjakkar í Havn.

Hon snýr seg um dreingirnar í grønum jakkum, sum javnan vóru at síggja í gøtunum í Havn í 80unum og 90unum.

Í sendingini verður tosað við tveir fyrrverandi grønjakkar, Høgna Hár og Høgna Krúll.

Teir minnast aftur á eina tíð, sum var merkt av býarlívi og nógvum rúsevnum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026