Góðan morgun Føroyar

Sinnisbati Ung tosa við ung um sálarheilsu
31-03-2023
- Vit høvdu ynskt, at vit fingu tílíka undirvísing, tá ið vit vóru yngri og gingu í 7.-9. flokki, siga Anna og Sólrún

Ungdómstoymið hjá Sinnisbata, Sinnisbati Ung, hevur í seinastuni undirvíst 7.-9. flokkum í sálarheilsu. Hesum fara tey at halda fram við eftir páskir. 

Anna Joensen-Næs og Sólrún Sundberg Michelsen vóna, at tær við hesum varpa ljós á, at tað er í lagi at tosa um sínar kenslur, eisini tá ið mann ikki hevur tað gott.

Á skránni er nógv ymisk; spøl, persónligar søgur og prát um sálarheilsu.

- Summi halda, at tað er torført at vera við, men sum heild, lata tey ungu væl at hesum, siga tær báðar.

Eisini leggja tær dent á, at slík undirvísing hevur manglað, tá ið tær vóru yngri.

- Tað skal vera eins líka nógv fokus á ta sálarligu heilsuna, sum ta kropsligu, halda tær.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026