Góðan morgun Føroyar

20 ár síðani Guðrun vann Stjerne for en aften
04-04-2023
Sigurin eigur sín lut í, at Guðrun Sólja Jacobsen valdi sær tónleikin sum sína lívsleið

- Tá eg hyggi aftur, var hetta ein uppliving, sum eg eri ordiliga glað fyri, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.

Í dag eru júst 20 ár liðin, síðani hon bleiv kend um alt kongaríkið, tá hon sannførandi vann sangkappingina, Stjerne for en aften.

Sangurin, ið meira enn nakar annar verður settur í sambandi við Guðruna, er Promise Me hjá Beverly Craven.

Tað var Jens Knudsen, kórleiðari í gospelkórinum, sum skjeyt tann sangin upp, sigur Guðrun.

Tann sangurin er vorðin ímyndin av henni, og enn tann dag í dag vilja fólk hoyra hana synga Promise Me.

Tað var tann tíð, tá eg ikki vildi framføra hann, viðgongur Guðrun, men nú hevur hon tikið hann fram aftur.

- Promise Me hevur havt stóran týdning fyri meg, sigur hon.

Í løtuni er Guðrun Sólja Jacobsen á konsertferð í Skotlandi saman við Tvøroyrar hornorkestri.

Lítilátin sum hon er, hevur hon ikki nevnt nakað um, at 20 ár eru liðin síðani sigurin, og tí veit hon ikki, um nakað serligt verður gjørt burtur úr í dag.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026