Góðan morgun Føroyar

Lívið sæst í hondunum
04-04-2023
Bæði livaða lívið og tann parturin, sum ikki er komin enn, ber til at lesa, um tú dugir

Marita Sekjær Nielsen hevur í mong ár kagað í hendurnar á fólki, sum eru komin til hennara fyri at fáa meira innlit í egið lív, og eisini eina leiðarstjørnu sum kann vísa á, hvat vert er at gera framyvir.

- Áhugin fyri at lesa hendur hevur altíð búð í mær, so tá eg flutti til Danmarkar í 90'unum, so tók eg eina útbúgving sum hondlesari.
Men Marita fann skjótt útav, at hetta ikki var nóg mikið, um hon skuldi megna at lofta teimum fólkum, og teimum upplýsingum hon fekk, so hon fekk sær bæði útbúgving sum psykoterapeut og seinni eina skuggaútbúgving eisini.

Í botn og grund er ein hondlesing eitt amboð, har tú fært at vita, hvussu tú kanst hjálpa tær sjálvum í lívinum. Tú fært loyvi til at hyggja inn í teg sjálvan og síggja, hvørjar forðingar liggja á vegnum.

- Eg havi fingið at vita, at hetta er djevulskapur og Devulsins verk, tað havi eg. Men tað mugu tey um, sigur Marita, tá hon verður spurd um umstøðurnar at vera hondlesari í Føroyum, men hon leggur afturat, at í dag er hetta kanska ikki eins fremmant og tað plagdi at vera.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026