Góðan morgun Føroyar

Stjørnufrøði ein spennandi møguleiki hjá ungum føroyingum
04-04-2023
Morgunsendingin skiftir orð við føroyingar, sum hava fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg um rúmdartøkni

David Arge Klevang Pedersen og Uni Árting eru báðir knýttir at rúmdarbilinum, Perserverance, sum koyrir á reyðu gongustjørnuni, Mars.

David starvast hjá DTU Space og hevur verið við til at ment myndatólið í bilinum.

Uni samstarvar við Oslo universitet, ið hevur ment framkomna RIMFAX radaran.

Eitt ómetaliga áhugavert arbeiði er báðir samdir um.

Johan Mortensen, rúmdarentusiastur, vísir á, at ótømandi útbúgvingarmøguleikar eru hjá ungum føroyingum, sum hava hug at leita henda vegin.

Hví ikki hugsa stórt og miðja eftir at fáa ein føroyskan rúmdarfara einaferð í framtíðini, spyr hann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026