- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári Reynheim heldur ikki fram í NSÍ

Kári Reynheim heldur ikki fram sum venjari hjá Effo-liðnum hjá NSÍ í 2013.

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at starvsnevndin gjørdi undan kappingarárinum ein eitt ára sáttmála við Kára
Reynheim, og avgerð er nú tikin um,
at Kári ikki heldur fram sum venjari hjá
besta liðnum komandi ár.

Undan hesum kappingarárinum vóru tað fleiri sum væntaðu, at NSÍ fór at verða eitt av liðunum sum flutti niður, tí felagið hevði miist nógvar leikarar undan kappingarbyrjan. Hetta bleiv tó ongantíð aktuelt, tí NSÍ fekk tilsamans 31 stig, og endaði á einum sjeynda plássi, sjey stig frá niðurflytingarstrikuni.

Í morgin skipa Miðlahúsið og Fótbóltssambandið fyri tiltaki har ársins venjari og spælarar verða valdir. Kári Reynheim er millum teir útvaldu sum kunnu vinna heiðurin sum ársins venjari. Hinir báðir eru Páll Guðlaugsson (KÍ) og Flemming Christensen (ÍF)