Góðan morgun Føroyar

Ein song fyri náttina
05-04-2023
Tað eru liðin 25 ár síðani, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp

Tað var 1. Apríl í 1998, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp fyrstu ferð. Tilboðið til heimleys var kalla "ein song fyri náttina".

Tankin um eitt tilboð fyri heimleys kom nøkur ár fyrr, á leið 1994. Tað var í samband við umbyggingina av salinum, at tað bleiv kunnugt fyri soldátum í "korpsinum", samkomuni, at tað vóru menn sum svóðu í bussskýlinum í Steinatúni.

Korpsleiðarin og soldátar tóku tá stig til at keypa húsini, undir liðini á salinum í Tórsgøtu, og settu seg í samband við økisleiðsluna hjá Frelsunarherinum.

Keypta húsið bleiv sett í stand til herberg, og tað vóru soldátar og vinir úr korpsinum sum gjørdu sjálvboðna arbeiðið.

Fyrsti leiðarin á Herberginum var Niels Edvard Olsen, sum eisini var soldátur í Frelsunarherinum.

Ein av teimum allar fyrstu sum svóðu á Herberginum, meðan tað stóð undir umbygging, er núverandi leiðarin á Herberginum, Martin Kúrberg.

Lurta eftir samrøðuni við Bernhard Petersen, har hann greiðir frá søguni um Herbergið hjá Frelsunaherinum. 

Kelda: Frelsunarherurin

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026