Fútarætturin tekur støðu í næstu viku

Fútarætturin tekur støðu í næstu viku
Advokaturin hjá Johan og Rakul Dalsgaard krevur, at Fútarætturin vísir kravinum um, at tey skulu av garðinum í Fámará, aftur
 
13.09.2013 - 11:40

Johan Dalsgaard og hansara fólk í Famará sleppa at vera har í hvussu so er eina viku afturat.

Tí ikki fyrr enn á middegi fríggjadagin í næstu viku tekur Fútarætturin avgerð um kravið hjá Búnaðarstovuni um at koyra fólkini í Famará út. Fútarætturin viðgjørdi málið fyrrapartin.

Thorkild Høyer, advokatur hjá Johan og Rakul Dalsgaard og Rúna Joensen, kravdi, at Fútarætturin vísir málinum frá sær.

Ella, í øðrum lagi, at fólkini ikki verða koyrd út, fyrr enn Fiskimálaráðið hevur avgreitt kærurnar um avgerðina hjá Búnaðarstovuni at lata Jens Hera Jacobsen í Sumba fáa festið í Famará.

Staðfestir Fiskimálaráðið, at Jens Heri Jacobsen hevur fest Famará av røttum, flyta Johan Dalsgaard og tey úr Famará, varð upplýst í Fútarættinum fyrrapartin.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595