Góðan morgun Føroyar

Eg arbeiði við tí stóra í tí smáa
11-04-2023
Hesi orðini hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru grundarsteinarnir í filminum Heartist, sum snýr seg um listakvinnuna og hennara arbeiði

- Vit koma tætt uppá men fara eisini heilt út í víðvinkul, fyri at fáa greitt frá filosofiini hjá Sigrun, sigur Marianna Mørkøre, sum er annar av leikstjórunum av filminum, sum kemur heilt nær at listakvinnuni og mátanum hon arbeiðir við sínari list.

- Sigrun hevur verið sera stuttlig at arbeiða saman við, tí at hon hevur ein so stóran áhuga fyri filmi sum listagrein, sjálvt um hon kanska ikki hevur kent so nógv til tað, sigur hin leikstjórin, Beinta á Torkilsheyggi, sum er verdóttir Sigruna. Hetta hevur eisini verið givið neyðuga álitið, tá tær nú komu so nær, sum tær gera í filminum.

Filmurin var frumsýndur á CPH:DOX festivalinum fyrr í vár, har hann fekk sera góða undirtøku og umrøðu. Eisini her heima hevur hann verið væl móttikin, og til ber at síggja hann í Løkshøll í dag, í Salt í morgin og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í ovurmorgin.

Nakrar sýningar afturat koma eisini á skrá í Havnar Bio.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026