Trump stevnir egnan sakførara

Trump stevnir egnan sakførara
Donald Trump, fyrrverandi forseti í Amerika, hevur stevnt advokatinum hjá sær, Michael Cohen, fyri meira enn 500 milliónir dollarar. 
 
13.04.2023 - 10:17

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur stevnt advokati sínum, Michael Cohen, fyri meira enn 500 milliónir dollarar. 

Tað vísa rættarskjøl, sum Reuters-tíðindastovan hevur fingið hendur á.

Fox News skilir, at Trump í stevningini skuldsetur Cohen fyri m.a. at hava brotið trúnaðin millum klient og advokat, og fyri av órøttum at hava forvunnið pening.

Trump er ákærdur fyri m.a. at hava fingið táverandi advokat sín at rindað pornostjørnuni Stormy Daniels 130.000 dollarar fyri at tiga, so hon ikki skuldi almannakunngera søguna um kynsliga samband teirra undan forsetavalinum í 2016. 

Trump skal síðani hava skrivað ein kekk um mánaðin til Cohen, har peningurin í nøkrum førum var tikin av bankakontuni hjá forsetanum sjálvum.

Og tað eru hesir 11 kekkarnir, sum hava stóran týdning í ákæruni. 

Cohen hevur vitnað í málinum, áðrenn Trump var ákærdur.

Trump noktar seg sekan í ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083