JT Electric eitur nú GroAqua

JT Electric eitur nú GroAqua
GroAqua er nýggja navnið hjá kendu føroysku fyritøkuni JT Electric á Kambsdali
Soleiðis sær nýggi samleikin hjá fyrrverandi JT Electric út
Mynd: GroAqua  
 
17.04.2023 - 09:28

Føroyska fyritøkan JT Electric skiftir nú navn til GroAqua.

Navnaskiftið er ein liður í gongdini at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna, skrivar fyritøkan í tíðindaskrivi.

Í desember í 2020 keypti JT electric skotsku fyritøkuna Sterner AquaTech UK í sambandi við ætlanir um at fóta sær betur á bretska marknaðinum.

Nú verða førleikarnir í báðum fyritøkunum flættaðir saman í eitt felags brand, sigur fyritøkan.

 

Høvuðssætið enn á Kambsdali

Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum - at menna vakstrarloysnir til alivinnuna. 

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark - og arbeitt verður við at styrkja støðuna á norska marknaðinum, ið er heimsins størsti alimarknaður. 

Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum hjá fyritøkuni frá sølu uttan fyri Føroyar, og loysnir hjá føroysku fyritøkuni verða brúktar av alarum kring allan heimin.

GroAqua hevur framleitt ein film í sambandi við navnabroytingina. 

20230417_NET_GROQAUA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334