Vakmyndatól verða sett upp á Glasi

Vakmyndatól verða sett upp á Glasi
Hetta verður gjørt av trygdarávum, sigur Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóri á Glasi
Dátueftirlitið hevur givið ráð um, hvar vakmyndatól skulu setast upp á Glasi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2023 - 15:31

Fleiri vakmyndatól verða í løtuni sett upp á Glasi í sambandi við seinasta skúladag hjá 3.g næmingunum.

(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Hetta er av trygdarávum, sigur Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóri á Glasi.

Sambært honum er talan um eina fyribilsuppseting, til veitarin hjá Glasi setir endaligu skipanina upp. 

Dátueftirlitið hevur ráðgivið um, hvar vakmyndatólini kunnu setast upp á økinum hjá skúlanum.

 

Vakmyndatólini skulu vera ein trygd, nú síðsti skúladagur nærkast, sigur fíggjar- og umsitingarstjórin á Glasi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stór ætlan

- Hetta er ein stór ætlan, sum var avtalað fyri seks mánaðum síðani. Fyribils myndatólini verða sett upp á somu støðum, og vit fylgja leistinum, sum Dátueftirlitið hevur ráðgivið okkum um, sigur Janus Isfeldt.

- Vakmyndatólini skulu vera ein trygd, nú hetta er tíðin, at síðsti skúladagur er.  Vit hava upplivað okkurt árið, at næmingar hava gingið inni á skúlanum  um kvøldið, hóast skúlin hevur verið stongdur. Og tað er ov ótrygt, sigur umsitingarstjórin.

- Fær onkur skaða, eru allir svalarnir inni  avmyndaðir, sigur Janus Isfeldt.

Vakmyndatól vera á øllum felagsøkjum, størri økjum og á øllum hæddum, men tó ikki í vanligu skúlastovunum.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373