Hava ikki álit á eftirlitinum við útlendskum fiskiskipum

Hava ikki álit á eftirlitinum við útlendskum fiskiskipum
47 prosent av teimum spurdu halda, at eftirlitið er ikki nóg gott
Næstan annar hvør føroyingur heldur, at Føroyar eiga at lata havnirnar aftur fyri russiskum skipum, vísir kanningin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2023 - 08:14

Føroyingar hava ikki álit á eftirlitinum við útlendskum fiskiskapi undir Føroyum.

Tað vísir nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, sum verður almannakunngjørd í næstum.

Knappliga 27 prosent av føroyingum halda, at eftirlitið við útlendskum fiskiskapi er gott, meðan sløk 47 prosent siga, at eftirlitið ikki er nóg gott.

 

700 fólk spurd

Spurnakanningin var gjørd undan avdúkingunum hjá DR og øðrum norðurlendskum miðlum um illgrunan um russisk fiskiskip, sum njósna í Norðurlondum.

700 fólk vórðu spurd í kanningini.

Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir eisini, at næstan annar hvør føroyingur heldur, at Føroyar eiga at lata havnirnar aftur fyri russiskum skipum, meðan knappliga 35 prosent siga, at tær framhaldandi skulu vera opnar.

 

Allar havnir í Føroyum

Í Vesturevropa eru  fá lond, sum loyva russiskum skipum at leggja at.

Í løtuni kunnu russisk skip koma inn í allar havnir í Føroyum umframt tríggjar havnir í Noregi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328