Norðmenn skulu ikki vænta sær føroyska skipan við tøkugjaldi

Norðmenn skulu ikki vænta sær føroyska skipan við tøkugjaldi
Alivinnan vil hava skipan, sum líkist tí føroysku, men tað verður neyvan, siga norskir politikarar, sum hava verið á kunningarferð í Føroyum
Stórtinglimirnir, Mona Nielsen og Geir Pollestad, hava havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, um skipanina við tøkugjaldi.
Mynd: E24, Bjarni Mohr  
 
21.04.2023 - 18:00

Norska alivinnan skal ikki vænta sær eina skipan við tøkugjaldi sum ta føroysku. 

Tað sigur norski stórtingslimurin, Geir Pollestad, sum júst hevur verið í Føroyum og kunnað seg um føroysku skipanina við tøkugjaldi.

Norska alivinnan skoytir ikki um ætlanina, sum stjórnin arbeiðir við, men vil heldur hava eina skipan, sum líkist tí føroysku, har hugt verður meira at søluprísinum.

Seinastu dagarnar hava norsku stórtinglimirnir Geir Pollestad úr Senterflokkinum og Mona Nilsen úr Arbeiðaraflokkinum verið á vitjan í Føroyum, har tey millum annað hava umrøtt norsku og føroysku skipanina við Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Og sambært Geir Pollestad skulu norskir alarar ikki rokna við at fáa eina skipan sum ta føroysku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21042023_Pollestad_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328